Samband   |
21. januar 2013
Vitnisburður nú missiónsvikan er liðug

Nú hevur missiónsvika so verið í Leirvík, og eg fekk tíverri bara vikuskiftismøtini við, arbeiðið darvaði mær at koma hini kvøldini.


Hvat havi eg so havi fingið burturúr?


Jú, eg kann siga tað, at enn tann dag í dag, frelsir okkara kæri Frelsari og Harri Jesus Kristus, hann setur framvegis fólk í fríheit frá syndabyrðuni, og sum vit hoyrdu í vitniløtunum, at tað eru heilar familjur sum eru settar í fríheit og at tað blíva við at leggjast  fleiri og fleiri til.

At hoyra 91 ára gamla Petur Adrian standa har og vitna um síni mongu ár saman við Harranum, tað er nakað so fantastiskt at hoyra, og tað fær ein at hugsa? Fari eg at klára hatta, fari eg at vilja geva Jesusi mítt lív í yvir 60 ár? Eg vóni, at eg klári at halda fast, tí Jesus heldur fast í mær, og hann sleppur mær ikki, men vansin er tann, at tað kann henda ein dag, at eg sleppið honum, hvar endi eg tá? Hatta er ein ræðandi tanki, tí vildi eg líka skriva hetta fyrst, áðrenn eg komið við spurninginum til tykkum!


Missiónsvikan er nú liðug. Spurningurin er nú, er Jesus komin við tær úr missiónhúsinum og inn í gerandisdagin, ella bleiv Jesus settur eftir í missiónshúsinum?


Taka vit hann inn at okkum aftur, tá vit koma aftur í missiónshúsið ella halda vit fast í honum uttanfyri missiónshúsið eisini?


Eg vil gera alt eg kann til at halda fast, tí eg veit at Jesus elskar teg og meg... Men elska vit hann nóg nógv aftur, til at bjóða honum við inn í okkara dagligdag?


Sjálvt um vit eru frelst, so eru vit ikki syndafrí og tað fara vit ongantíð at vera, men vit kunnu royna at gera okkara til, at liva so syndafrítt sum yvurhøvur gjørligt,  og um vit synda, so eisini at minnast til at fara til Jesus at biðja um fyrigeving.


Vónandi hevur hesin vitnisburður fingið okkum at hugsa eina eyka ferð.


Tóku vit Jesus við okkum úr missiónshúsinum, ella lótu vit hann vera eftir har?


Guð signi okkum øll, til at fylgja honum, so lýðin sum vit nú einaferð kunnu vera.


Vinarliga


Frank Skorastein.





 
Created by krea.fo