Samband   |
12. juni 2011
Himmalska vónin

Sį hana ein góšan summardag, og hon tók alla myndina. Hon var borin ķ heim, glešin hin nżfųdda.


Įrstķšin stendur ikki ķ staš, og ein kaldan vetrardag vitjaši sama kensla. Taš var ikki koyrandi millum bygdir, men ęttarbandiš til glešina var sjónligt. Hin fullkomni frišurin ķ Jesusi.


Jųršin er góš, men ikki fullkomin. Tķbetur hava mong menniskju taš gott, heilsu, pening og góšs. Men jųršin varpar eisini skugga į gųtur og bżli. Tó, minni enn so ųll hava taš gott.


Einsemi er voršin ein fólkasjśka. So fįur opnar dyrnar og kemur į gįtt. Framman fyri sjónvarpiš og telduna grųr lķvsins blóma ķ einsemi, mešan taš er vįr og summar. Tį dagarnir styttast, myrknar taš framman fyri skķggjan, sjįlvt um lķviš er avmyndaš livandi.


Tey fķggjarliga skerdu hava ikki somu mųguleikar sum vit, iš eru vęl fyri. Ķ tķ gamla samfelagnum vóru ręttindini arvur. Enn į dųgum ganga lunnindini ķ arv. Tann sosiali arvurin er ikki altķš lęttur at lyfta og als ikki lęttur at leggja frį sęr.


Oršiš ųšrvķsi ljóšar so nógv ųšrvķsi, at taš er torfųrt at finna tey rųttu oršini. Taš ljóšar mótsigandi, at vit eru so skjót at skerja lķviš hjį ųšrum. Fólk viš breki eru ikki brekaš, tey bera brek.


Frįvķkjandi lķvsmynstur og samleiki. Taš genetiska, tann sosiali arvurin, nśtķšin og mķtt egna lķv. Hetta landiš eiga vit ųll. Vit byggja brżr ķmillum oyggjarnar. Ferjur sigla millum sund og firšir. Vit binda bond, tķ taš er lęttari og unniligari at liva, tį einbżli veršur tvķbżli, tį einsemi veršur tvķsemi.


Kann taš hugsast, at vit į annan hįtt halda fast viš gjįirnar og mśrarnar? Kristnar kirkjur og samkomur, byggja vit brżr? Ein gjógv er ikki altķš ein gjógv, iš er komin av nįttśru įvum. Vit kunnu skapa eina gjógv millum menniskju. Eina frįstųšu ķmillum kristin fólk, so vit byrgja okkum inni og unnast best hjį okkum sjįlvum. Sleppa frį at hugsa, tķ vanin bķtur best.


Einaferš fluttu vit tey, iš fingu ein ųšrvķsi gerandisdag av landinum. Fólk viš breki vóršu send til Danmarkar. Umsķšir komu nųkur teirra heimaftur ķ sjeytiįrunum ķ undanfarnu ųld. Havi sum prestur jaršaš onkran av teimum, iš komu heimaftur.


Minnist śtsųgnina hjį eini mammu til jaršarferšina : “Nś er sorg, men henda sorgin er at liva viš. Nś veit eg, hvar barniš er. Tygum skuldu vita sorgina, tį eg handaši taš til menninar umborš į postbįtinum, og lķtla barn mķtt varš flutt nišur į danskan stovn. Tann sorgin var mikiš tyngri.”


Eisini ķ dag flyta bųrn okkara burtur ķ fremmand lond at vera, tķ vit gloyma at byggja brżr. Ķ hvųrjum menniskja slęr eitt dżrabart hjarta. Eingin vķkur so frį lķvsins meginreglu, at vit ikki eiga ręttin at liva ķ egnum heimlandi. Eingin eigur at verša noyddur ķ śtlegd vegna persónligar dygdir ella brek, vegna įtrśnaš ella persónligan samleika.


Hin kristna kirkjan fekk litiš upp ķ hendi at bera bošskapin um Jesus. Vit hava hildiš Krists himmalsferšardag og stašfest, at Jesus fór heimaftur til faširsins dżrd.


Viš eina heimferš veršur tikiš samanum, og nógv vakurt er at siga um Jesus. Hann var góšur viš ųll. Hann tók sęr stundir til tey smįu og veiku. Hann gekk umkring, gjųrdi vęl og grųddi hvųrja ilsku.


Hann gav fólkinum įręši og lķvsmót. Hann fyrigav syndir og setti menniskju ķ fręlsi. Hansara sinnalag fųddi taš góša oršiš, vónina um ein signašan dag.


Hin himmalska vónin ger jųršina vakra. Jesus sį ķ hvųrjum menniskja nakaš viršismikiš. Hann sį menniskjaš aftan fyri andlitiš. Hann sį hjartaš. Śtsjóndin er ymisk, rįšini ymisk og lķvsstķlurin ymiskur. Men hjųrtu manna lķkjast, tķ sjįlvt lķviš er Gušs gįva.


Guš blįsti lķvsanda ķ nasar mansins. So vaknaši lķviš, og einaferš fer andin aftur til Gušs, iš gav hann.


Hin himmalska vónin, bśstašur Gušs, har Jesus gongur ķ forbųn fyri sķnum.


Vit mega arbeiša, mešan dagur er, tķ ķ rķki Gušs eru mangir bśstašir. Vit mega byggja brżr, tķ heilt óvist er, hvųr veršur granni okkara ķ Gušs rķki.


Eyšmjśk er gamla bųnin : “Góši Jesus. Veit męr heilaga andans fyllu. Veit męr lķvsins gleši, hina ęvigu og fullkomnu frelsuna ķ tķnum ųrmum. Lat meg ongantķš gerast so fįtękan, at eg einans sķggi meg sjįlvan.”


Andin feršast so ósjónligur, at vit einans hoyra ljóšiš av honum eins og vindinum. Jųršin er pallur okkara, og vit kunnu byggja brżr og gera tilveruna rķkari. Men, brśgvin heim ķ Gušs rķki er lųgd. Hon er ķ Guds hondum, og vegurin eitur Jesus. Glešiliga hvķtusunnu! Amen.


Oršiš : “Men tit skulu fįa kraft, tį iš heilagur andi kemur yvir tykkum...” (Įpostlasųgan 1,8)


Jógvan Frķšriksson, biskupur

 

Kelda: Vįgaportalurin


 
Created by krea.fo