Samband   |
10. juni 2011
Gleðiliga Hvítusunnu

Hvítusunnan er ein áminning um at Heilagi Andin er virksamur.

Tađ er evangeliiđi at talsmađurin, HA er komin sum ein stór og rík gáva
til ein og hvřnn av okkum.

Sami HA sum lćrusveinarnar fingu at uppliva fyri meiri enn 2000 árum síđani varđ givin av tí livandi Gudi.

HA skal minna teg á, at tú viđ trúnni á Guds son eigur eina vón, eina framtíđ,
og eigur Guds kraft til at virka fyri hann hvřnn tann einasta dag.

Í Áps. 2 lesa vit um hvussu lćrusveinarnir fingu HA, á fyrstu hvítusunnu,
teir sita innanfyri lćstar dyr mitt í Jerusalem, teir vóru rćddir tí nú var Jesus
farin frá teimum.

Teir sum hřvdu lagt alt fyri, viđ at fylgjast viđ Jesus í 3 ár, men nú var hann deyđur á einum krossi og řll vón var úti, teir vóru mótleysir og tungir í huga.

Brádliga  kom eitt dun koma av himli, harđveđur brast á og fylti alt húsiđ teir vóru í og tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur, settust á teir og teir vóru fyltir av HA og hann gav teimum at mćla á řđrum tungumálum.

Eftir lítlari lřtu broyttist lív teirra fullkomuliga henda dagin.

Soleiđis upplivdu lćrusveinarnir tađ – Hvussu upplivir tú so HA í dag?

Ella er tađ vorđi hvítusunna í tínum hjarta, er HA virksamur í tínum kristni líviđ?

Hvřrjaferđ vit eru í kirkju, á mřti, eri í tí kristna felagsskapinum, ella tá vit eru einsamřll, og biđja Gud um at vera viđ okkum, so ynskir hann at verđa nćr viđ anda sínum.

HA sum vit hvřrki kunnu síggja, fřla, viga ella nema viđ.

Tá vit hava sunnudagsskúla og skulu greiđa břrnunum frá um HA, so siga vit at
tađ er sum viđ vindinum, vit síggja hann ikki, men vita hvussu hann kann flyta tey stóru trřđini og hvat annađ vindurin kann gera í náttúruni.

Vit lesa jú, eisini í skriftini, at sannleikans andi sum heimurin ikki kann taka ímóti tí hann sćr hann ikki. Men tit kenna hann, tí hann er í tykkum.

Hóast HA býr í tćr, so vilt tú mřta líđing, sjúku, neyđ, ófriđ og eisini deyđa.
Men HA gevur tćr trúgv, vón, álit og hvílu á, at ein dag kemur tú heim til tann livandi Gud í himlinum. Tí hava vit sum hava HA í okkum, ikki onga orsřk at stúra og verđa ótrygg og óttast. Tí tađ er ein iđ hoyrir okkara břnir, ein iđ fegin vil leiđa okkum fram, eisini tá gřtan kann gerast tung og torfřr at ganga á.

Hvat er tađ í HA í veruleikanum ger, jú hann vitnar um og peikar á Jesus.
Tí eingin kann trúgva á Jesus og á Gud uttan HA, tí hesi trý eru eitt.
Í Jóh. 16.13 og 14 lesa vit, at HA skal vegleiđa tykkum til allan sannleika og ikki tala av sćr sjálvum, hann skal dýrmeta meg, tí hann skal taka av mínum og kungerđa tykkum.

Hvat gjřrdi Pćtur í fyrstu rřđu síni á Hvítusunnu? Jú, hann talar um Jesus, “Vendiđ um og ein og hvřr tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna og tit skulu fáa gávu heilaga andans".

Gleđiliga Hvítussunnu.

Árni Jacobsen




 
Created by krea.fo