Samband   |
24. mars 2011
Andakt við Jóan Petur Joensen

Guđ arbeiđir á ymiskan hátt, og vit skilja ofta ikki, hvat Guđ vil viđ okkum. Ofta síggja vit ikki fyrr enn aftaná, hvat meiningin var viđ, at vit skuldu ígjřgnum eitt ella annađ, ella hví líviđ nú einaferđ háttađi sćr, sum tađ gjřrdi.
 


Í fimtu Mósubók 33, 25 stendur: “sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera”. Og tađ er ein fantastiskur sannleiki aftanfyri hesi orđini. Guđ loyvir, at vit mřta trongdum, soleiđis at vit kunnu hjálpa okkara nćsta, tá hann kemur í somu neyđ sum vit tá hava roynt. Men tađ áhugaverda er, at hann leiđir okkum ikki út í trongd, sum vit ikki megna at koma ígjřgnum.

Í Mark. 8,34 stendur soleiđis: “Og Hann kallađi fólkiđ til Sín, og eisini lćrusveinar Sínar, og segđi viđ tey: "Tann, iđ vil koma aftan á Mćr, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mćr.”

Her er tađ, at eg ofta steđgi og hugsi viđ mćr sjálvum, hvat tađ er, Jesus her sigur. At eg skal avnokta meg sjálvan og taka upp kross mín, og fylgja honum? Hvat merkir tađ, at taka upp kross sín?

Jesus segđi hetta viđ fólki og lćrusveinar sínar. Lćrusveinarnir fylgdu honum longu, so hví skuldi hann eisini kalla teir til sín? Jú, hetta man hava veriđ fyri at áminna teir um, at teir eisini eiga at avnokta seg sjálvan og taka upp krossin. Hetta er eisini ein áminning til řll í dagsins samfelag, sum hava valt at fylgja Jesusi.

Heimurin dregur og freistinganar eru nógvar. Tá iđ vit tosa um at avnokta okkum sjálvi, so merkir tađ, at vit innsíggja, at vit eru ikki ment at liva sjálvi, og at vit hava brúk fyri hjálp frá Guđi, Fađir okkara.

Danski heimsspekingurin og guđfrřđingurin Kirkegaard skrivađi einaferđ soleiđis: ,,tađ er munandi lćttari at bera krossin á bringuni enn á rygginum.” Hetta er so satt sum tađ er sagt. Einki ringt um at hava ein kross hangandi um hálsin, men tann krossurin sum vit eiga at bera á rygginum eru okkara freistingar, sum vit eiga at standa ímóti. At vit ikki altíđ bara fylgja viđ rákinum soleiđis, at vit síggja gott út í manna eygum, men heldur vísa, at vit kenna Fađir okkara.

Jóan Petur Joensen, Eiđi




 
Created by krea.fo