Samband   |
23. mars 2011
Tey ungu til Viðareiðis á legu
Fríggjakvøldið verður einki ungdómsmøti, tí hetta vikuskiftið fara 50 ung á legu á Viðareiði.

Tey koma at hava bíbliutímar og ungdómsmøti á leguni og fara øll í kirkju sunnudagin.

Eisini verður skemt og samansjóðing á skránni. Leygardagin verður "Quit Time" har tey fara at hava ein tíma, har tey skulu verða fyri seg sjálvan í bøn, lesa í bíbliuni og annað til andaliga uppbygging.

 

Vit ynskja teimum ungu eina góða legu á Viðareiði í vikuskiftinum.

 

 

 

 


 
Created by krea.fo