Samband   |
5. august 2010
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini

Árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík frá hósdegnum 19. august til sunnudagin 22. august.


 


Undirvísarar í ár verða Øssur Kjølbro, aðalskrivari, Alfred Olsen, løgtingsmaður og Símun P. Jacobsen, sóknarprestur.


Øssur fer at hava tríggjar bíbliutímar um evnið: Bíbliunnar trúvirði. Alfred hevur eisini tríggjar bíbliutímar, har hann fer at tosa um Nehemia. Símun hevur ein bíbliutíma um evnið: Tænið Gudi við gleði.


Bíbliuskeiðið er ætlað fólki í øllum aldri og børn kunnu luttaka saman við foreldrum.


Kostnaðurin er 600 krónur. Tey, sum koma fríggjadag kl. 16, gjalda 500 krónur. Børn: 100 krónur.


Tekning til bíbliuskeiðið fer fram á tel 47 00 00 ella á hm@mission.fo. Seinasti dagur at boða frá luttøku er mánadagin 16. august.


Avrit frá  Trúboðin , tann 25-07-2010



 
Created by krea.fo