Samband   |
18. januar 2016
Missiónsvikusangurin 2016: Vónin er
Her er sangurin til missiónsvikuna 2016 - tekstur og lag.

1. Vónin er mín morgunsálmur,
vónin er mín takkarbøn.
Vónin er mín frelsuhjálmur,
vónin er mín himmalløn.

Frelsari takk fyri vón fyri framman,
takk fyri ljósið, tá myrkt var um nón.
Hjálp mær at síggja bert teg - ongan annan.
Takk fyri frelsu og uppreisnarvón.

2. Vónin er mín andadráttur,
vónin er mítt hjartamál.
Vónin er mín hjartasláttur
og at eiga frelsta sál.

3. Vónin er við vón at sáa,
vónin er eitt ævigt vár.
Vónin er við vón at heysta,
vónin er mítt faðirvár.

Orð: Signar á Reynatrøð
Lag: Vagn Foldbo
Des. 2015

Lurta her....





 
Created by krea.fo