Øll eru hjartaliga vælkomin - ung og eldri, til eitt sera áhugavert kvøld.
Inngangur
v1 Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara.v2 Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:
Sæl eru...
v3 «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. v4 Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. v5 Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey
skulu fáa jørðina í arv. v6 Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí
at tey skulu verða mettað. v7 Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu
miskunn fáa. v8 Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. v9 Sæl
eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. v10 Sæl eru tey,
ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. v11 Sæl
eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. v12 Gleðið tykkum og fegnist, tí at
mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið
vóru undan tykkum.
Lærusveinarnir salt og ljós
v13 Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. v14 Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða
fjaldur, ið er uppi á fjøllum. v15 Ikki heldur kveikja tey ljós og seta
tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni
eru í húsinum. v16 Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega
síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.
Les meira í Bíbliuni her...