Samband   |
28. september 2013
Ungdómsleiðaraskeið í Leirvík
Myndir frá Ungdómsleiðaraskeiðinum eru lagdar út, trýst her...

 

Leygardagin 28. Sept. var Leirvíkar Missiónshús karmur um eitt sera væleydnað ungdómsleiðaraskeið.

Heri Kjærbo hevði fyrsta tímarnar, har evnini vóru, "Hvussu leiddi Jesus" og "Týdningurin at hyggja frameftir" Seinnapartin hevði Kristian Davidsen, evnið "Tá nýggir leiðarar skulu finnast" og Marius Jacobsen, ein bíbliutíma um "Tá Paulus leiddi Timoteus".

Til seinast var bólkaarbeiðið og bønarløtu. Luttakararnir í vóru 35 í tali, ið komu frá stýrum og ungdómsnevndum kring landið, fingu eisini høvið til at heilsa uppá nýggja ungdómsráðgevan Ragnhard Petersen og hann kunnaði um sínar arbeiðsætlanir. Frá 1.oktober tekur Jónleif Danielsen við sum formaður í Landsungdómsnevndini, eftir Suna Justinussen. Lat okkum minnast til at biðja fyri Landsungdómsarbeiðinum.

 

 

 

 


 
Created by krea.fo