Samband   |
Bíbliubólkar

Í nøkur ár eru fólk úr missiónshúsinum eisini komin saman í smærri bíbliubólkum.

Endamálið er at læra meira um Bíbliuna og um ymisk viðkomandi evni í gerandisdegnum t.d. etisk og moralsk. Bønin fyllir eisini rættuliga nógv í ymisku bíbliubólkunum. Men harafturat er talan um góða sosiala samveru, har høvi verður givið til hugnað og prát afturvið einum góðum drekkamunni. Bíbliubólkarnir ynskja eisini at bjóðað øðrum í bygdini at verða við.  

Vanliga savnast ymisku bólkarnir 14. hvønn dag, annaðhvørt í missiónshúsinum ella heima hjá onkrum privat.

Í løtuni eru 6 ymiskir bíbliubólkar bæði fyri kvinnur, menn og ung. Bíbliubólkarnir skipað eisini av og á fyri regluliga sunnukvøldsmøtinum og hjálpa eisini til við øðrum uppgávum í missiónshúsinum. Til ber at skifta bólk um ein ynskir tað.

Ynskir tú at verða við í einum bíbliubólki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jørgin Jacobsen, tlf. 443454




Created by krea.fo