Samband   |
Missiónshúsiđ og stýriđ

Heimamissiónin og Missiónshúsiđ komu í tjúgunum

Nakrir leirvíkingar tóku undir viđ blákrossrřrsluni og hřvdu fundir í Gamla skúla onkuntíđ umleiđ 1915-1920.

Teirra millum taldust Jógvan Vitalis Samuelsen, Óli Krossteig, Hans Andreas Hansen (1889 - 1970), Óli Christiansen og helst eisini Kristian Christiansen. Tíverri finst einki um hesa rřrsluna í Leirvík og heldur ikki í savninum hjá Bláa Krossi, men líkt er til, at Hans Andreas, sum hevđi lćrt til snikkara í Havn, byrjađi arbeiđiđ í Leirvík. Kona hansara, Malena (1889 - 1980), hevur greitt frá, at tá hon mřtti Hans Andreasi, var hann avhaldsmađur og hevđi avhaldsfundir í skúlanum.

Tá íđ Heimamissiónin um sama mundiđ fór at hava mřtir í bygdini, fóru somu menn og kvinnur upp í heimamissiónsarbeiđiđ. Tey vistu viđ sćr sjálvum, at tey stóđu á kirkjunnar grund í hesum arbeiđi.

Jóan Jacob í Gerđismřrk vildi vera viđ, at fyrstu ferđ hann hoyrdi Guđs orđ verđa boriđ fram av leikfólki í Leirvík, var í 1920. Hann mintist serliga til nýggjárskvřldiđ, tá íđ Hans Hendrik Olsen frá Gřtugjógv?? og Eliesar Jacobsen úr Norđragřtu?? talađu, og Gamli skúli var fullsettur av fólki. Orđini hjá Eliesari vóru mest sum samandráttur av bođskapinum hjá heimamissiónini:

“Lřn syndanna er deyđin, men náđigáva Guđs er ćvigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara”.

Jóan Jacob Jacobsen í Gerđismřrk (1896-1987), hevur greitt frá, at hann sjálvur varđ vaktur umleiđ 1920-21 og var á mřti í Emmaus í Klaksvík, áđrenn teir fóru til lands í Íslandi í 1921. Tá las hann dúgliga í bíbliuni. Hann var eisini til skips hetta summariđ viđ Sofusi Hřjgaard skipara á Prinsessu Mariu. Sofus var missiónsmađur og vegleiddi seg, segđi hann.

Ađrir menn í bygdini vóru eisini andaliga vaktir t.d. Óli Krossteig, Hans Andreas Hansen og Jógvan Vitalis. Jóan Jacob ćtlađi at skriva teimum brćv um at fara at hava mřtir. Tađ fekk hann ikki í lag, men tá íđ hann kom heim av skipi hetta heystiđ, vóru teir farnir undir at hava mřti í Gamla skúla. Sjálvur reistist hann stutt eftir á einum mřti, “at vitna um mín harra og frelsara, at eg nú tordi at trúgva, at eg átti eina frelsta sál.”

Kristian Vilhelm Nielsen, prestur á Nesi, vígdi Missiónshúsiđ í Leirvík 31. mai 1925. Sagt varđ tá, at nú var húsiđ umvent frá dansihúsi til Missiónshús. Húsiđ var bygt til dansistovu í 1918.

Hans Andreas Hansen, Jóan Jacob í Gerđismřrk, Óli Christiansen (Óli hjá Guttormi), Kristian Johannesen (Bakka Kristian), Óli Krossteig og Kristian Kristiansen (Steinur) tóku seg saman at keypa dansistovuna til Missiónshús.

Heitt varđ á Hans Andreas og Jóan Jacob um at samráđast um keypiđ. Endin varđ, at dansistovan varđ seld til hesar mennirnar fyri umleiđ 3.300 krónur.

Peningin lćntu teir frá Svend í Gerđismřrk og mřguliga onkrum řđrum. Hesir fingu peningin aftur, tá iđ Missiónshúsiđiđ stutt eftir skipađi fyri basari, verđur sagt.

Um sama mundiđ var Brřđrasamkoman komin til Leirvíkar. Jákup Oluf Lervig í Miđbř, sum var í samkomuni, var kortini ein teirra, sum tók orđiđ í tí nýggja Missiónshúsinum. Hann tók seinni uppaftur tađ sama, sum Jóan Jacob í Gerđismřrk hevđi sagt um, at tá var veking í bygdini og břnarmřti í mongum húsum, har fólk úr báđum samkomunum komu saman.

Nćsta ćttarliđ

Viđ ótroyttiligum trúskapi sótu teir menninir, sum vórđu valdir í tađ fyrsta stýriđ, til teir á ellisárum lřgdu frá sćr. Hans Andreas Hansen var formađur í 44 ár. Óli Christiansen andađist í 1963. Teir báđir Hans Andreas og Kristian Johannesen á Bakka fóru í 1975 og Kristian Christiansen á Toftanesi í 1986, men hann hevđi tó lagt frá sćr vćl frammanundan. Jóan Jacob í Gerđismřrk bađ um at vera loystur úr stýrinum vegna aldur. Tađ varđ honum játtađ, men nú hann var einsamallur eftir av teimum fyrstu í stýrinum, varđ hann biđin um at vera sitandi og verđa heiđurslimur í stýrinum. Tađ játtađi hann. Jóan Jacob andađist í 1987. 

Í 1967 komu menn úr nćsta ćttarliđnum upp í stýriđ: Petur Adrian Jacobsen á Áargarđi, John Joensen Úti á Bř og Pauli Hansen, Palli á Bakka. Petur Adrian var formađur (í 18 ár) og John kassameistari. Í 1981 var Pauli Hansen farin og bert fýra limir vóru eftir í stýrinum: Petur Adrian Jacobsen, John Joensen, Malla Jacobsen og Edvin Joensen, sum er í triđja ćttarliđnum eftir tey fyrstu missiónsfólkini. Stýriđ samtykti á kyndilsmessufundi hetta áriđ at víđka stýriđ til sjey limir og at heita á Hassemann Mikkelsen, Ásbjřrn Jacobsen og Marius Jacobsen um at koma í stýriđ, sum er sjálvsupplerandi. Fer ein frá, heita tey í stýrinum á ein annan um at koma upp ístađin.  




Útgrevstur av nýggja Missiónshúsinum


Created by krea.fo