Samband   |
Trúargrundarlag og Visjón


Leirvíkar Missiónshús er partur av arbeiđinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Fřroyum og byggir arbeiđi sítt á Bíbliuna, Guds innblásta og heilaga orđ og avgerandi myndugleiki fyri trúgv og lívi hins kristna og sum tulking á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit.
 
Endamáliđ viđ missiónsarbeiđinum er, at vekja upp trúarlíviđ og menna felagsskap teirra trúgvandi heima og úti. Virksemi verđur útint í samstarvi viđ prestarnar í Fólkakirkjuni, har hetta er gjřrligt.

Stýriđ fyri Leirvíkar Missiónshús hevur sjálvsavgerđarrćtt og andaliga og fíggjarliga ábyrgd av řllum arbeiđinum í Missiónshúsinum. Stýriđ velur sjálvt hvussu stađbundna arbeiđiđ verđur skipađ viđ nevndum og álitispersónum.

- Sí eisini Lógskipan fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í Fřroyum. 


- Sí eisini Samleikaskjaliđ fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í Fřroyum. 



Trúarjáttan


Ein trúarjáttan greiđur í stuttum frá, hvat kristna trúgvin snýr seg um. Longu afturi í fornkirkjuni vóru fleiri trúarorđingar, iđ vóru nýttar í ymiskum kirkjuliđum tá á dřgum. Mett verđur at elsta trúarjáttanin, tann Ápostólska, fekk sítt orđaljóđ longu fyri ár 200 e. Kr.

Evangelska lutherska trúarjáttanin hjá fólkakirkjuni hevur 5 játtanarrit: 


  • Ápostólska trúarjáttanin Les her
  • Nicenska-konstantinopolitianska trúarjáttanin Les her
  • Athanasianska trúarjáttanin Les her
  • Augsburgska játtanin Les her 
  • Luthers lítla katekismus Les her


Tvćr tćr síđstu stava frá Luthersa dřgum, međan hinar eru eldri og vera brúktar av fleiri ymiskum kirkjusamfelřgum.


(Kelda: Trúarjátta
n fřroysku fólkakirkjunnar eftir Hans Jacob Joensen, fyrrv. biskup í 2000.)


Okkara visjón er, at mřta menniskjum, har tey eru!

Vit í Leirvíkar Missiónshúsi ynskja at mřta menniskjum, har tey eru střdd, og í teirri střđu, tey eru í. Vit vilja fara út á gřturnar, á alnótina, til tey veiku og sjúku og mřta teimum viđ Jesu sinnalagi. Vit vilja hjálpa og geva menniskjum eina bíbilska mynd av, hvřr Jesus er, og hvat hann vil viđ lívi teirra.


Harafturat vilja vit leggja dent á:


Savnandi Felagsskap
Vit vilja arbeiđa fyri at hava ein livandi og savnandi felagsskap, sum hevur umsorgan fyri tí einstaka – til likams og sálar. Fyrigeving og nćstakćrleiki skal eyđkenna systkinaflokkin. Tađ skal verđa lćtt at gerast partur av felagsskapinum. Smábarnafamiljur eins og ung og eldri skulu trívast vćl saman. Vit ynskja, at stađbundna arbeiđi okkara og landsarbeiđiđ standa saman sum ein eind.
 
Sunna Upplćring
Vit vilja bjóđa upplćring í řllum Guds orđi. Vit vilja hava viđkomandi og spennandi undirvísing til ein og hvřnn, sum ynskir at lćra Gud betur at kenna – bćđi břrn, ung og vaksin, nýggj og roynd í trúnni.
Vit ynskja at menna upplćringina m.a. gjřgnum mřtir, bíbliufrálćru, bíbliubólkar, legur og onnur tiltřk.
 
Sannan Offurvilja
Vit ynskja at sřkja Guds ríki fyrst. Offurviljin í tíđ, orku og peningi skal gera, at vit rřkka víđa. Vit vilja taka ábyrgd og bjóđa okkum fram til tćnastu á heimstađnum, í landsarbeiđinum og uttanlands. Vit ynskja, at tey fjřlmentu stuđla teimum fámentu. Vit ynskja gleđiliga at geva pening til Guds ríkis arbeiđi.


Created by krea.fo